Andarúm - ung

Hevur tú eisini hug at fáa eitt sindur av frið í tín kropp og títt sinn?, so kom til Andarúm, har Ragnhild fer at hjálpa okkum at arbeiða við øllum kroppinum við smáum og neyvum rørslum, samstundis sum vit læra okkum at anda djúpt.

Venjingarnar styrkja kroppin, gera liðirnar smidligari og geva ró í sinni. Venjingarnar verða lagdar til rættis við íblástri frá pilates, yoga, callanetics og qi gong.

Hendan løtan fer at ganga fyri seg í Bøgøtu, og øll ung, sum hava hug at royna hetta,  eru vælkomin. Dávavirkið hevur opið sum vanligt

Byrjar:
30.11.2022 - KL. 21:00
Endar:
30.11.2022 - KL. 21:30

Komandi tiltøk

14 mai
2026
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Hetta er dagurin, tá Kristus reis til himmals og gjørdist høgra hond Guðs. Kr. Himmalsfaradagur er altíð 6. hósdag eftir skírishósdag, og fellur í ár á 14. mai. Av tí, at skúlin hevur laght ein frídag fríggjadagin 15. mai, so fara vit í eitt longt vikuskiftið - síggjast aftur 18. mai sum vanligt:)
18 mai
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
21 mai
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla